21. sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi

6.A hevur verið á spennandi og upplivingarríkari ferð í Roja í Lettlandi. Ferðin var partur av Nordplus-verkætlanini.

Evnið, sum næmingarnir arbeiddu við, var „My Hero“.

Ein partur av verkætlanini var at gera dukkusjónleik. Føroysku og lettisku næmingarnir arbeiddu saman um at skapa leikin, sum tey at enda framførdu. Her fingu næmingarnir høvi at vera skapandi, samstarva og læra hvønn annan betur at kenna.

Dagarnir høvdu eisini nógv annað spennandi á skránni. Vit vitjaðu millum annað eitt úti- og innisavn í Ventspils, vóru í einari stórari svimjihøll og í einari actionpark. Harumframt høvdu næmingarnir ítrótt saman við lettisku børnunum, har tey spældu ymisk spøl og royndu seg í ymiskum ítróttagreinum. Hetta var bæði stuttligt og samansjóðandi.

Meðan vit vóru í Lettlandi, búðu næmingarnir hjá lettiskum vertsfamiljum - tvey ella trý saman. Hetta gav teimum serligt høvi at uppliva gerandisdagin hjá einari lettiskari familju og samstundis koma nærri lettiska málinum og mentanini. Hvønn morgun møttu vit í skúlanum klokkan 9, og felags-skráin endaði klokkan 15.

Næmingarnir tóku væl ímóti teimum mongu nýggju upplivingunum og avbjóðingunum, sum ferðin hevði við sær.

Samanumtikið var hetta sera góð og gevandi ferð við nýggjum vinaløgum, nógvum lærdómi og nógvum stuttligum upplivingum. Vit takka okkara lettisku vertum hjartaliga fyri góðu móttøkuna og fyri eitt ógloymandi uppihald í Roja.

15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
Sí eldri tíðindi